Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 74/2025 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um lóggávu um trúarsamfeløg

Fyrispurningurin var soljóðandi:  
1. Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?

Svar: 
Eg eri samdur við spyrjaranum í, at Føroyar eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, og vit eiga at verja føroyska mentan, virði og fólkaræði. Tí er spurningurin um lóggávu um trúarsamfeløg viðkomandi.  

Skal ein slík lóggáva gera mun, eigur hon at fevna um útlendskt stýrdar ella fíggjaðar felagsskapir og virksemi yvirhøvur, ikki einans um trúarsamfeløg, tí lætt er at hylja trúarsamfeløg sum onnur sløg av felagsskapum og øvut.

Vit hava trúarfrælsi í Føroyum, og sambært grundlógini § 67 hava borgarar rætt til at savna seg í feløg fyri at dyrka Gud á tann hátt, sum samsvarar við teirra sannføring, tó uttan at nakað verður lært ella framt, sum stríðir ímóti siðalagi ella almennari skipan.  

Hetta merkir, at ábyrgd fylgir við trúarfrælsinum. Tískil er viðkomandi, at slík lóggáva ítøkiligger, hvat ið 
ikki verður góðtikið, og sum mett verður í stríð við grundlógina § 67 2. pkt.   

Fólkakirkjan er í dag skipað við lóg, meðan onnur trúarsamfeløg ongantíð hava verið skipað við lóg í 
Føroyum, men sambært óskrivaðari rættarsiðvenju. Sambært grundlógini § 69 verða viðurskifti hjá 
teimum trúarsamfeløgum, ið víkja frá fólkakirkjuni, fyriskipað nærri við lóg. Danir fingu fyrst slíka lóg í 
2017.  

Eg haldi, at tíðin er búgvin til, at vit í Føroyum gera eina lóg, sum regulerar onnur trúarsamfeløg. Vit hava fyri kortum viðgjørt málið í landsstýrinum, og avgjørt er at fara undir arbeiðið at gera slíka lóggávu.

Eftir mínum tykki eiga vit at regulera fremmandari fígging og heilt at banna fremmandari statsfígging í hesum sambandi. Somuleiðis haldi eg, at slík lóggáva skal hava ásetingar, ið tryggja, at grundsúlurnar í 
fólkaræðinum ikki verða hóttar.  

Enn er tó ov tíðliga at siga, nær slík lóggáva kann leggjast fyri tingið. 

Í Tinganesi, 2. februar 2026 
Aksel V. Johannesen 
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #