Agnar kom til verðina tann 19. oktobur í 1989. Hann vaks upp í Sandavági, har hann eisini búði alt sítt vaksna lív, uttan tá hann í nøkur ár las í Danmark og Týsklandi. Heimstaðurin og oyggin áttu altíð pláss í innasta hjarta hansara, og hevði hann sína dagligu gongd og virksemi har.
Vit lærdu Agnar at kenna á ungdómsárum. Hesin glaði, lívsfríski og fryntligi ungi maðurin við sínum sermerkta rótføroyska máli var øðrvisi enn onnur. Hann skaraði framúr við sínum ágrýtni, síni umsorgan, sínum blíða lyndi og – ikki minst – eldi fyri Jesus. Agnar var vinsælur og átti nógvar vinir út um alt landið og út um landoddarnar.
Agnar var lítillátin, men hansara lívliga og upplyftandi lyndi gjørdi hann ofta til miðpunkt kortini. Í kristiliga ungdómsbólkinum Ung í Vágum virkaði Agnar ungdómsárini, og vit eru mong, ið hava notið av hansara holla bíbliukunnleika og óvanliga greiðu og kraftmiklu kristniboðan. Agnar dugdi bæði at vera álvarsamur og at skemta, og mangar stuttligar hendingar hava verið á legum og ferðum og øðrum tílíkum í sambandi við ungdómsbólkin.
Tað vóru fá ting, ið Agnar ikki dugdi. Hann hevði vakra songrødd, dugdi at spæla ljóðføri, at siga søgur, at skemta, at gera mat, hann var fittur í hondunum og vit kundu hildið fram! Og so var hann eisini avbera røkin og samvitskufullur. Hann tók sínar skyldur í ramasta álvara.
Sum vaksin fór Agnar niður til Danmarkar og síðan Týsklands at lesa altjóðahandils- og maskinverkfrøði, og eftir lokna útbúgving í 2017 tók hann yvir sum stjóri í Oilwind. Agnar var virkisfúsur og nærlagdur í arbeiðinum at menna smiðjuvirksemið.
Agnar møtti Judith á ólavsøku í 2019, og tað var ein stór kollvelting í lívi hansara. Tey blivu góð, og tann 30. januar í 2021 giftust tey. Tey keyptu hús á Ovastuhjøllum í Sandavági og fingu trý børn aftur at Arinu, sum Agnar fekk loyvi at ættleiða. Judith og Agnar fingu fimm ár saman sum hjún, og vóru tey fyrimyndarlig upp á allar mátar. Judith og børnini vóru eitt og alt hjá Agnari, og tað var ringasti smeiturin fyri hann, at tey skuldu missa mannin og pápan.
Tí Agnar var tilvitaður um, hvat hann vildi við lívinum. Enntá meðan sjúkan herjaði, hugsavnaði hann seg um tað, sum hevði veruligan týdning: familjuna og trúnna. Hann talaði og undirvísti alt lívið og helt fram við tí, heilt til hann ikki fekk talað meira fyri sjúkuni. Eisini mitt í sjúkraleguni legði Agnar ymisk videobrot út á alnótina, har hann tosaði um, hvussu Jesus var við hóast sjúku og alt, og har hann eggjaði fólki at taka ímóti Jesusi.
Agnar var als ikki nakar vingliskøltur. Hann bygdi lív sítt á Guðs orð. Hann fylgdi síni sannføring. Men hann var kortini eisini til reiðar at broyta áskoðan á eitthvørt evni, um hann legði til merkis, at hann ikki hevði havt røttu fatan av tí. Vit hava jú øll blindvinklar og ógrundaðar undanfatanir. Hetta visti Agnar, og hann var fúsur at lata seg forma av sannleikanum. Tí hann søkti sannleikan av heilum hjarta. Men ikki einans sannleikan isoleraðan, men sannleikan saman við kærleikanum.
Hesir eginleikar myndaðu Agnar. Hann var sera støðufastur, og hann hevur verið ein sannur klettur fyri konu og børn og sanniliga eisini fyri trúarfelagar – bæði í samkomu síni Libanon og um allar Føroyar.
Tá ið deyðiligur krabbi so brádliga á várið 2025 varð staðfestur, var tað sum ein sera óunnilig kollvelting.
Sjálvandi fyrst og fremst fyri konu, børn og familju. Men sanniliga eisini fyri okkum vinfólk. Tað kendist sum ein óveruleikakendur marrudreymur. Skuldi hesin lívsfríski og reysti ungi maður og pápi verða skræddur úr hondum okkara?
Her er tað at kristna vónin kemur inn. Í allari sjúkugongdini varð biðið fyri Agnari, at Guð skuldi gera undur og grøða. Tað skuldi so ikki henda. Vit vita ikki hví, at summi verða grødd og onnur ikki. Vit noyðast at seta okkara álit á Guð. Hóast vit vita, at alt er møguligt hjá Guði, so kenna vit eisini lívstreytirnar her á fold, og vit vita eisini sum kristin, at deyðin er ikki endin, men heldur byrjanin upp á tað nýggja stóra ævintýrið, sum C. S. Lewis skrivaði so hegnisliga. Vit hava vónina um, at vit skulu síggjast aftur.
Ímeðan syrgja vit. Sorgin er svár og man vera nærum ótolandi hjá teimum nærmastu. Men sorgin ber vitni um miklan kærleika. Var eingin sorg, var eingin kærleiki. Vit syrgja nógv, tí vit hava elskað nógv. Men tað er hart.
Agnar fór heim til Harran mikudagin 20. mai, 36 ára gamal.
Vit hava inniligan samhuga við Judith og børnunum og familjuni, og vit biðja, at Harrin skal troysta og styrkja tey.
Ærað verið minnið um okkara kæra vin, Agnar!
Vinfólk
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



