Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ynskir kunnu føða tankar
- V. Poulsen
Andaktir

Kæri himmalski faðir! Gev mær frið í hjarta, sál og sinni, so eg í Jesu navni minnist tøkkina, – tøkkina til Guð og menniskju. Amen.

“Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara.” (Fyrra Tessalónikubrævið 5,18).

Tøkkin setir dám á tilveruna. Hon skapar heimliga vælveru og myndar umhvørvið við trivnaði. Tøkkin elur nakað fram, ið er torført at fáa til vega á annan hátt. At siga takk er meira enn vøkur siðvenja, tað er sjálvt lívið og lívsins fylla.

Tað eru løtur, har tað av ymiskum orsøkum er torført at takka. Alt kennist tvørligt og møtimikið. Eingin orka at takka. Vit eru útbrend.

Hóast tað er tøkkin lekidómur eisini tá illa veit við. Við tøkkini mennist gleðin og lívsmótið.

Um tøkkin tagnar, kunnu vit gerast beisk av lyndi. At vera beiskur ella tvitin í huga, orði ella gerningi gagnar ongum. Beiskleikin tekur alla orkuna og køvir jaliga hugsan.

Tað er umráðandi fyri heilsuna at siga takk, meðan vit fylgjast saman á leið. At siga eitt gott orð, meðan alt veit væl við. Tøkkin er sálarbót, og skilagott er at bera hana, meðan dagur er. Tá so náttin kemur, er tøkkin heilsubót.

Mintist eg tøkkina hvønn morgun, tá ljósið skein inn gjøgnum gluggan, og fuglurin sang, hundurin goyði, og kendar røddir tosaðu?

Mintist eg tøkkina, at tað eru menniskju, ið eru góð við meg, hóast eg onkuntíð var tvørligur at fáast við?

Mintist eg tøkkina, tá ætt, vinir og kenningar vitjaðu, og hjálparloysi var stórt við sjúkrasong?

Mintist eg tøkkina fyri bøn og forbøn, at onnur hava umsorgan fyri mær og mínari vælveru?

Mangan gloymdi eg tøkkina og tók lívið sum eina sjálvfylgju. Gott vina- og grannalag er ríkidømi. Heimligur trivnaður er meira verdur enn gull og skreyt. Tað er tað størsta hugsast kann, at liva í samljóði við Guð, medmenniskjuni og seg sjálvan.

Mintist eg at takka Guði fyri óendaliga góðsku, at hann metir meg sum sína dýrabaru ogn? Í mær býr so mangt ymiskt. Tað eru eisini løtur, tá tað minni góða hevur yvirvág.

Mangan gloymdi eg tøkkina, og henda staðfestingin nívir. Í dag vil eg royna at bøta um skaðan.

Eyðvitað klára onnur seg uttan mína tøkk. Men eg veit, at tøgnin gnagar burtur av mínum sálarfriði. Hinvegin ger tøkkin lívið ríkt og økir um trivnaðin, ja hon skapar eina heild.

Eg má minnast tøkkina! Sanniliga hevur Guð verið góður móti mær. Ja, hann minnist til mín og hevur boðið mær inn í sítt æviga ríki.

Guðs stórleiki er, at hann elskar øll menniskju!

Amen.

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #