Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Vinna

(savnsmynd)

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og kemur helst at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest hýsu og tosk. Átta frystilínuskip fiska við Føroyar. Fleiri hava eisini verði á Føroya Banka. Okkurt kemur at landa í vikuni.

Streymurin verður góður alla vikuna, men veðrið er meira ivasamt. Kanska síðst í vikuni verður onkur útróður.

Tveir ísfiskatrolarar eru á Íslandsrygginum. Væntandi landar annar í vikuni. Hinir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.

Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk. Fleiri landa í vikuni. Okkurt parið fer út um vikuskiftið.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju

Trý garnaskip fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #