Ófriðurin í Miðeystri og eitt stongt Hormussund gera, at fólk í Australia mugu spara so nógv uppá brennievni sum gjørligt.
Myndugleikarnir hava fyribils latið upp fyri strategisku goymlunum hjá landinum, men av tí at fólk leggja inn undir seg er onki brennievni at fáa í fleiri býum. Og eitt átak frá myndugleikunum er, at fólk fyribils kunnu arbeiða heimanifrá fyri at spara uppá brennievni.
Í farnu viku segði stjórin í Effo, Gunnar Nielsen, við VP, at ongin vandi er fyri veitingunum her hjá okkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



