Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði í dag frá, at hann ikki viðurkennir eina vísindaliga niðurstøðu frá 2009 um, at vakstrarhúsgassir hótta fólkaheilsuna.
Sonevnda "endangerment finding" frá 2009 er grundarlagið undir einum hópi av veðurlagslógum og tiltøkum, eitt nú reglum um útlát frá bilum.
- Hendan ásetingin hevði einki faktuelt grundarlag, einki yvirhøvur, og einki lógargrundarlag, segði Trump í dag sambært AFP, skrivar TV 2.
Tíðindastovan skrivar, at talan er um mest víðgongdu afturrullingina av veðurlagspolitikkinum hjá Trump-stjórnini higartil.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



