USA er einasta landið í Iran-krígnum sum brúkar Tomahawk, eitt subsoniskt krússaramissil, sambært The New York Times.
Hetta bendir á, at tað var USA, sum skeyt Tomahawk-rakettina, sum rakti eina herstøð í Minab 28. februar.
Beint við herstøðina er ein gentuskúli, har 175 fólk doyðu av einum rakettálopi henda dagin.
Nógv av teimum deyðu vóru børn.
Video sum iranska tíðindastovan Mehr almannakunngjørdi sunnudagin, verifiserað av Bellingcat og The New York Times, vísir tomahawkrakettina beint við barnaskúlan Shajarah Tayyebeh.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



