Hann hevur sagt tað fyrr, og nú ger hann tað aftur. Friðaravtalan við Iran er klár at undirskriva, og partarnir fara at seta sítt navn undir hana í dag, sunnudag. Og Hormussundið verður latið uppaftur.
Pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif, sum hevur verið meklari, sigur somuleiðis, at partarnir eru komnir til eina semju.
Men sum skilst á iranskum miðlum, so er ikki vist at so er. Í øllum førum er ein talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið endurgivin fyri at siga, at ongin avtala verður undirskrivað hetta vikuskiftið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



