Washington Post hevur fingið atgongd til eina frágreiðing úr Russlandi, sum avdúkar, at russiska fregnartænastan FSB umhugsar at pallseta eina drápsroynd móti Orban.
Kreml hevur eisini eftir øllum at døma givið KT-fyritøkuni ASP, sum hevur heimstað í Moskva, boð um at breiða út skeivar upplýsingar fyri at hjálpa Orban og hansara Fidesz-flokki at vinna, skrivar Financial Times.
Í februar stuðlaði amerikanski forsetin, Donald Trump, Viktor Orban offisielt á ungarska valinum 12. apríl.
– Orban er sanniliga ein sterkur og máttmikil leiðari, sum hevur prógvað, at hann kann fáa fantastisk úrslit, sigur Trump.
Tað er sjáldan, at ríkisleiðarar tosa so beinleiðis um val í øðrum londum.
Trump sendir eisini varaforsetan J.D. Vance til Ungarn 7. og 8. apríl, fyri at stuðla Orban.
Men hví vilja leiðararnir báðir Trump og Putin hava Orban?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



