Amerikanski forsetin sigur, at teir taka undir við at steðga bumbuálopinum í tvær vikur, sambært útlendskum miðlum.
- Eg taki undir við at steðga álopum á Iran í eitt tíðarskeið uppá tvær vikur. Hetta fer at henda gjøgnum tvílanda vápnahvíld, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, ein hálvan tíma áðrenn hansara upprunaliga freist til Iran var úti, sambært Reuters.
Trump sigur eisini, at USA og Iran eru vorðin samd um flestu punktini, sum ósemja var um.
Hetta skrivar hann á Truth Social.
Iran's Supreme National Security Council calls this a "crushing defeat" for the US, saying that they've been forced to accept their 10-point plan.
— Faytuks News (@Faytuks) April 7, 2026
Iran claims the US has agreed to continued Iranian control of the Strait of Hormuz pic.twitter.com/rqOSbkeuYV
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



