Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt so tað ikki kann misskiljast, at Ísrael skal gevast at bumba í Libanon.
Tað skrivar New York Post.
Boðini komu eftir tingingar á diplomatiskum stigi, og tey skulu skiljast soleiðis, at so leingi vápnahvíld er í teir avtalaðu 10 dagarnar, so skal bumbingin steðga.
Hann segði samstundis, at USA fer at taka sær av Hizbollah, sum er trupulleikin hjá Ísrael í Libanon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



