Um tú hevur spælt poker í ein hálvan tíma, og tú framvegis ikki veitst hvør er rukkan, so er tað tí at tú ert rukkan
- Warren Buffett

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú hevur spælt poker í ein hálvan tíma, og tú framvegis ikki veitst hvør er rukkan, so er tað tí at tú ert rukkan
- Warren Buffett
Vinna

Betri Trygging: - Hetta er eitt átak, sum skal geva okkara ungu eina betri byrjan. Tað er jú fíggjarliga sera tungt at seta búgv á fyrsta sinni – at keypa ella leiga ein bústað, at keypa innbúgv og alt annað, sum krevst.  Skulu tey flyta heim eftir lesnað uttanlands, er sjálv flytingin eisini ein tungur fíggjarpostur. Tí gera vit nú eitt átak beinleiðis ætlað okkara ungu, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri.

Við Betri Byrjan átekur Betri Trygging sær at gjalda helvtina av tryggingarkostnaðinum fyrsta árið, eftir at ungfólk á fyrsta sinni seta búgv. Tað gevur ein fíggjarligan skáa fyrstu  tíðina, inntil tey hava fingið fótin fyri seg. 

Átakið er bæði galdandi fyri ung í Føroyum, sum á fyrsta sinni flyta heimanífrá – og fyri ung, sum flyta heimaftur eftir loknan lesnað uttanlands.

Einasta treyt er, at tey ikki áður hava havt egnan bústað í Føroyum. 

Betri Trygging rindar helvtina av kostnaðinum fyri allar fastar tryggingar – tað vil siga sethúsatrygging, um fólk keypa ella byggja – og annars innbústrygging, biltrygging og vanlukkutrygging.   

Fyri tey, sum flyta heimaftur eftir lesnað, bjóða vit eisini eitt sertilboð fyri flytibingjur, so tað verður bíligari at flyta. 

- Vit hoyra støðugt um, at vit bløða ungdóm. Eg haldi, at hendan avbjóðingin má takast í álvara. Vit kunnu ikki bara sita hendur í favn og bíða eftir politiskum loysnum. Vit mugu øll gera okkara fyri at fáa okkara ungu at velja Føroyar, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #