Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Petur i Grund, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Tryggja javnbjóðis kapping á landbúnaðarøkinum og tryggja matframleiðslu í kreppustøðu
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin framt, fyri at styrkja føroyskan landbúnað, so at føroyska samfelagið í størri mun gerast sjálvforsýnandi við grønmeti og frukt?
2. Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakrar kanningar av, hvørjar stuðulsskipanir ella íløgur skulu til, fyri at føroyskir matframleiðarar kunnu verða kappingarførir í mun til útlendskar framleiðslur, sum fáa munandi almennan stuðul?
3. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri sær, at økja um føroysku kjøtframleiðsluna, so føroyska samfelagið kann gerast meira óheft av innflutningi uttanífrá, og minni treytað av innfluttum tilfari?
4. Er nakar arbeiðsbólkur, arbeiðsætlan ella langtíðarstrategi fyri framman, sum miðar eftir, at tryggja føroyska mattrygd í støðum við avbyrging ella ótryggum altjóða marknaði?
5. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at Føroyar klára seg í eini støðu, har innflutningur av grønmeti, frukt og tilfari til kjøtframleiðslu steðgar í eitt longri tíðarskeið?
6. Er ætlanin at geva føroyskum borgarum vegleiðing um, hvussu tey kunnu fyrireika seg í støðum við avbyrging, serliga við atliti at mattrygd?
Viðmerkingar:
Føroyskur landbúnaður hevur í øldir verið ein týðandi partur av okkara mentan, búskapi og sjálvbjargni.
Í dag er støðan tó tann, at føroyska samfelagið innflytur nærum alt grønmeti og frukt, og somuleiðis stóran part av teimum vørum, sum verða nýttar í føroysku kjøtframleiðsluni.
Hetta hendir samstundis sum londini, vit innflyta frá, stuðla sínum egnu framleiðarum við ymsum skipanum, sum gera tað ógjørligt hjá føroyskum framleiðarum at kappast á marknaðinum.
Hetta førir við sær, at tað í dag illa loysir seg fíggjarliga at framleiða grønmeti, frukt og fleiri sløg av djórahaldi í Føroyum.
Í eini støðu, har Føroyar kunnu verða avbyrgdar orsaka av kreppum, stongslum ella øðrum óvæntaðum hendingum uttanífrá er hetta ein veruligur veikleiki fyri okkara samfelag.
Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 22. juni 2026
Sámal Petur í Grund
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



