Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú lærir lítið av at lurta eftir tær sjálvum
- George Clooney
Skúli

TSK: Í góðveðrinum í gjár var prógvhandan á TSK, tá ið tríggir næmingar á Serbreytini fingu handað prógv.

Dagurin byrjaði við, at Hansa Lamhauge, undirvísari á Serbreytini, bjóðaði vælkomin, og síðani var felagssangur á skránni, har Torkil Mørkøre spældi undir.

Til prógvhandanina hildu Bára Joensen, fyrrverandi undirvísari á Serbreytini, og Arnfinnur Nesá, samskipari á Serbreytini, røðu fyri pisunum. Tey, sum fingu prógv, eru: Dellio Madayag, Tummas Lydersen og Brandur Justesen.

Vit vilja ynskja teimum hjartaliga til lukku við prógvunum.

Eftir at skúlastjórin, Rúni Heinesen, hevði handað prógvini, varð boðið til ábit.

Jústinus Andrasson fekk eina gávu fyri bestu uppmøting á Serbreytini hetta skúlaárið.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #