Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak
Politikkur

Eitt mál, sum hevur verið lítið umrøtt í valstríðnum, er skipanin við lívrentu.

Endamálið eigur at vera greitt: vit mugu tryggja, at fólk ikki koma í fíggjarliga trongstøðu, um makin doyr, eftir at tey eru farin á pensjón.

Støðan í dag er, at ein stórur partur av eftirlønaruppsparingini – minst 45% – skal útgjaldast sum lívrenta. Hetta merkir, at um ein persónur doyr stutt eftir pensjónsaldur, so fellur ein stór upphædd burtur. Henda upphæddin kann ikki arvast, og tey, sum sita eftir, fáa einki burtur úr hesum partinum av uppsparingini.

Hetta er ein skipan, sum kann seta tey ið eftir sita í eina ótrygga fíggjarliga støðu.

Ein loysn er at leggja henda partin um til eina eftirlønarskipan, har upphæddin verður útgoldin yvir eitt longri tíðarskeið, til dømis minst 20 ár. Við eini slíkari skipan verður mánaðarliga útgjaldið framvegis rímiligt, samstundis sum tað, ið er eftir, kann arvast.

Hetta hevði givið bæði størri tryggleika og betri samanhang í skipanini.

Eg fari at arbeiða fyri, at lívrentan verður endurskoðað og lagd um í eina skipan, sum í størri mun tryggjar tey, sum sita eftir. Ein skipan har vit hava eftirløn heldur enn lívrentu.

Fróði Magnussen valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #