Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell
Tiltøk

Tvøroyrar kommuna: Gamla siðverjan við tunnusláttri umborð á donsku verjuskipunum á føstulávint, á Tvøroyri, livir í ”bedste velgående”. Hóast sera nógv og ,tíverri, vaksandi virksemi á hernaðarliga økinum, so hevur danska sjóverjan funnið tíð til at vitja Tvøroyri og enn einaferð geva børnunum í oynni eina stóra uppliving.

Tiltøkini hava altíð verið sera væl vitjaði og alt hevur gingið upp á stás. Manningin gongur sera høgt upp í at børnini skulu hava ein góðan dag og stuttligt er at síggja, hvussu góður stemningurin altíð er.

Tiltakið fer av bakkastokki kl. 13:00 og heldur fram til kl. 15:00. Manningin letur heilsa, at børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin umborð. Bollar, kakao og saft er eisini á skránni, so eingin nýtist at ganga svangur og tystur umborð. Manningin plagar eisini at sýna skipið fram, hesa løtuna meðan tiltakið er.

Tvøroyrar kommuna takkar hjartaliga Arktisk Kommando, Forbindelseselement Færøerne, fyri at halda hesa frálíku siðvenju við líka og bjóðar vælkomin til Tvøroyrar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #