Heri Andreasen, varapolitiinspektørur. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Heri Andreasen, varapolitiinspektørur. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Klokkan 14 í dag verða tveir mans framstillaðir í rættinum fyri grovan harðskap framdur móti einum manni í gjárkvøldið í Havn.
Tann órættaði ringdi sjálvur til løgregluna um 18- tíðina í gjárkvøldið.
Sambært Hera Andresasen, varapolitiinspektøri, so eru menninir skuldsettir fyri rán, grovan harðskap og eisini fyri tilætlaða eldáseting.
- Tá ið løgreglan kom á staðið, var eldur í húsinum, har sum maðurin búði, sigur Heri Andreasen.
Heri Andreasen sigur við VP, at løgreglan fer at biðja um at málið verður fyri afturlatnum hurðum.
Órættaði maðurin er innlagdur á sjúkrahús.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



