Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca
Lesarin skrivar

Okkum varð sagt, at verkætlanin  ”Suðuroyartunnil” kemur at liggja ímillum 6 og 10 milliardir.

Sum  próvførslu fyri hesi verðsins dýrastu íløgu pr íbúgva fáa vit at vita, at Suðuroyggin ikki hevur fingið líka nógv úr landskassanum sum aðrar oyggjar, og tí er neyðugt nú, at fáa tveir tunlar aftrat, um oyggin skal yvirliva.  Ein Suðuroyartunnil og ein nýggjan Sandvíkartunnil.

Nakað bendir á, at mann ikki hevur hugt nóg væl og tí ikki hevur fingið við, at Suðuroyggin hevur fingið væl meira enn hinar oyggjarnar.

Í 1963 fekk Suðuroyggin fyrra Hvalbiartunnilin, fyri 4,2 millkr. Hann er 1450 metrar         
Í 1970 Sandvíkartunnilin fyri 5,5 mill og er 1480 metrar.
Í 1997 Sumbiartunnilin fyri 170 mill og er 3240 metur.                   
Í 2007 Hovstunnilin fyri 172 mill og er 2435 metur.
Í 2021 Nýggja Hvalbiartunnilin fyri 269 mill og er 2524 metur
Í 2025 Fámjinstunnilin fyri 285 millkr og er 1200 metrar langur.

Hetta gevur samanlagt 12,3 kilometrar av tunlum fyri 906 mill.kr.  Til samanberingar er Sandoyar-tunnilin 10,8 og Eysturoyartunnilin 11,2 km.

Suðuroyggin er tí tann av oyggjunum, ið hevur fingið flest tunlar, sum tilsamans eru longri enn Sandoyartunnilin og eisini longri enn Eysturoyartunnilin.  Hóast henda veruleika verður sagt, at Suðuroyggin onki hevur fingið.

Við einum so nýmótans vegakervi og 6 tunlum gerast eisini møguleikar.  Til dømis møguleikin at leggja oynna saman í eina kommunu.

Í Suðuroynni eru 7 borgarstjórar og haraftrat 30 bygdaráðslimir til 4500 fólk.

Til samanberingar hevur Tórshavnar Kommuna 1 borgarstjóra + 12 býráðslimir til 24000 fólk.         

Ein samanlegging kundi spart 6 borgarstjórar, 30 bygdaráðslimir og ein riðil av fólki í umsitingini.

Hóast 6 tunlar so vil Suðuroyggin nú hava 2 tunlar aftrat.  Ein Suðuroyartunnil og ein nýggjan Sandvíkartunnil fyri tilsamans 6 til 10 milliardir við øllum í báðum endum og longri enn Sandoyar -  tunnilin  og Eysturoyartunnilin tilsamans. 

Nólsoyggin hevur ikki fingið sína metro enn, hóast hon hevur verið uppi at vent síðan einaferð í 1970´unum.  Men tað órógvar ikki nólsoyingin í Framsókn.    

Fíggingarleistur til hesa verðsins dýrastu verkætlan pr. íbúgva fylgir enntá við.  Mann vil hækka fólkapensiónsaldurin, so at fólkapensiónin, ið tey 67 ára  gomlu eiga, kann fara í báðar tunlarnar til Suðuroynna.

Forsprákarin fyri hesum fíggingarleisti er Javnaðarflokkurin, men løgmaður skilir ikki, hví flokkur hansara stendur til at missa helvtina av tingmanningini.

Nakað um at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu, og tann vegin fingið  pengarnar, heldur enn at taka teir frá fólkapensionistunum, verður als ikki nevnt.

So kann mann spyrja, um 2 tunlar aftrat til Suðuroynna kunnu bjarga oynni, tá ið  verandi 6 tunlar og avbera góða vegakervið ikki hava givið tilflyting, ikki fólkavøkstur og ikki kommunusamanlegging.

Hinvegin kann spurnartekin ikki setast við tann veruleika, at Suðuroyggin um aldarskiftið 18/1900, uttan vegir, tunlar, elektricitet, bilar  og Suðuroyartunnil, var fremsta vinnulívsoyggj í Føroyum við størstu handils og reiðarafyritøku í landinum,  J. Mortensen’s Eftf,  ið hevði 30 skip og 20 úthandlar.

Tá høvdu farmaskip hjá felagnum siglt klippfisk til spanska marknaðin í 30 ár.

Ein ovurhonds stórur fólkavøkstur var tá í Suðuroynni av føroyskum og útlendskum tilflytarum, ið komu, tí arbeiði var at fáa og ferðasambandi var gott við Smyrli. Tað stóð á at útvega bústaðir til stóra fólkavøksturin.

So væl bar til í Suðuroynni hjá okkara forfedrum.

Fleiri av hesum forfedrunum vóru íverksetarar og undangongumenn, samstundis sum teir  eisini vóru  borgarstjórar, sóknarstýrislimir ella løgtingslimir. 

Ein av teimum var Petur Mortensen (1852 – 1924). Hann var limur í ymisku bygdaráðunum á Tvøroyri í 45 ár og stóran part av tíðini bygdaráðsformaður. Hann var ein av stjórunum og eigarunum í  A/S J. Mortensen’s Eftf., ið var landsins  størsta fyritøka.

Petur var eisini ein av eigarunum og stjóri í føroyska felagnum ”Suderø,” sum saman við norskum felag bygdi hvalastøðina í Lopra og hevði 2 hvalabátar.  Føroyska felagið við Petur Mortensen og øðrum undangongumonnum í Suðuroynni var eisini við í hvalaveiðu í Suðuríshavinum saman við  hetlendingum og norðmonnum.

Petur var ein av undangongumonnunum, ið stovnaðu felagi  ”A/S Færøernes Ophalingsbeding” á Tvøroyri í 1894 og var nevndarformaður í felagnum í nógv ár.  Teir vóru nógvir, allir handverkararnir, ið høvdu sítt dagliga yrki á bedingini. Og ikki eru teir fáir, allir lærlingarnir, ið fingu sína útbúgving har.

Hatta alt lat seg gera í Suðuroynni uttan Suðuroyartunnil.

Ein annar av íverksetarunum og slóðarunum, ið bygdu Suðuroynna upp, var Jacob Dahl (1837-1915), sum í 1887 byrjaði egið virki,  A/S  J. Dahl, ið helt til vesturi á Gørðunum í Vági. Hansara fyritøka fekk tvey gullheiðursmerki fyri væl hagreiddan klippfisk. Tað fyrra í eini kapping í Noregi. Tað seinna í einari kapping í Danmark.

Umframt at stjórna sínari egnu stóru vinnulívsfyritøku, sum ta einu tíðina taldi 18 fiskifør og fleiri úthandlar í suðri og norðanfjørðs og haraftrat fraktbátar, var Jacob Dahl borgarstjóri í Vági í fleiri ár og løgtingsmaður.

Jacob Dahl gav saman við bróðuri sínum P. H. Dahl fyrsta skúlan til Vágs bygd, og teir báðir átóku sær at løna einalæraranum.

Teir báðir brøðurnir høvdu eisini egnan fraktbát, sum sigldi við klippfiski til marknaðir uttanlanda og høvdu ymiskan farm heim við aftur.

Ein annar av hesum forfedrunum, íbirtarunum og bórgarstjórunum, ið fingu alt at bera til í Suðuroynni, var Petur Dahl á Gørðunum (1878 – 1947).   

Petur og tveir brøður hansara yvirtóku og førdu víðari handils – og reiðaravirki á Gørðunum eftir pápan Jacob Dahl.

Umframt at taka sær av fyritøkuni, sat Petur nógv ár í sóknarstýrinum í Vági og var bygdaráðsformaður í 20 ár.

Petur Dahl ella Petur á Gørðunum, sum hann eisini varð nevndur, var undangongumaður á nógvum økjum.    

Tað lá frammarlaga hjá honum at fáa bygt vatnverkið í Botni, og tá so eitt mergjað bygdaráð av monnum, ið allir høvdu handils – og reiðaravirksemi,  tók við í 1919, varð farið undir fyrireikingarnar. 
Tann 18.juli í 1921  kundi ljós tendrast í Vági, og í 1928, meðan Petur á Gørðunum enn sat sum bygdaráðsformaður, fekk Tvøroyri eisini streym frá elektricitetverkinum í Botni.

Petur stovnaði saman við øðrum Suðuroyar Sparikassa.

Herluf B. Thomsen (1893 – 1956) Tvøroyri var eisini ein av undangongumonnunum.

Hann og brøðurnir førdu handils– og reiðarafyritøkuna T.F. Thomsen víðari eftir pápan H.G. Thomsen.

Umframt at taka sær av handils- og reiðaravirksemi, var Herluf nógv ár í bygdaráðnum á Tvøroyri, og hann var bygdaráðsformaður í 1932, tá ið Ísvirkið lat aftur.                                                                    

Aftaná eitt eigaraskifti av Ísvirkinum og fyri at varðveita arbeiðspláss,  tók Herluf Thomsen á seg fyri egnu rokning at leiga bygningin, og hava vinnuvirksemi í honum tengt at sjóvinnu.  Hann leigaði bygningin  frá  1933 til 1951.

Tað gekk sera væl í allar mátar hjá honum í Ísvirkisbygninginum, og eigararnir  fingu fleirfalt aftur tað, ið teir høvdu keypt húsið fyri.

Soleiðis skapaðu okkara ídnu táverandi borgarstjórar, bygdaráðslimir og løgtingsmenn, sum eisini vóru íbirtarar og høvdu risastórar vinnufyritøkur at taka sær av, samstundis sum teir sótu í bygdaráðunum ella á Løgtingi, arbeiðspláss, tilflyting og fólkavøkstur  í Suðuroynni. uttan tunnil álandi ella undir havbotninum, uttan nevnivert av vegum, ongir bilar og uttan elektricitet. 

Nú verður sagt, at onki letur seg gera, uttan ein Suðuroyartunnil kemur fyrst. Og tað er ikki rætt.

Forfedrarnir vístu okkum, at alt vinnulív ber til í Suðuroynni uttan tunnil.

Suðuroyggin manglar ikki ein tunnil aftrat, men arbeiðspláss, tey geva fólkavøkstur.

So tit løgtingsfólk, ið nú skulu viðgera verkætlanina ”Suðuroyartunnil,” stovni ein grunn fyri Suðuroynna við tveimum íverksetarum atknýttum, heldur enn at gera ein tunnil.

Stovnsfæ til grunnnin kann fáast við, at allir løgtingslimir úr og bygdaráðslimir í Suðuroynni lata 500túsund kr hvør sum gávu til grunnin, afturfyri alt ið Suðuroyggin hevur givið teimum, og landskassin stuðlar við 500 mill.   

So gongur ikki long tíð, til Suðuroyggin aftur blomstrar. 

Latið so Suðuroyartunnilin bíða, til ráðini einaferð í framtíðini vísa seg.  

Sjóvegis farleiðin Tórshavn – Tvøroyri eigur at kunna gerast meira álítandi.

Tíðin er farin frá, at asfalt, slógv, annar farmur, ferðafólk og sjúkrabilar verða flutt við sama skipi.

Suðuroyarleiðin eigur at verða røkt við einum skipi til ferðafólk umframt einum skipi til farm.

Skipini Morten og Mikkel Mols, ið Strandferðslan keypti í 1970’unum, royndust sera væl til suðuroyarsiglingina. Skipini sigldu í øllum veðri, og tey hóskaðu væl til havnirnar her. Løgdu enntá at á Sandi.

At útvega tvey skip av hesum slagnum til Suðuroynna loysir trupulleikarnar. Eitt til ferðafólkaflutning og eitt til farmaflutning, sum so eisini kundi hjálpt til við ferðafólkaflutningi, um tørvur var.   

Skipaslagið og støddin sleppur inn í nýggju turrdokkina hjá Mest á Skála.

P. Michelsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #