Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Løgreglan: Conference League dysturin á Tórsvølli í gjárskvøldið millum HB og Brøndby varð avgreiddur í øllum góðum. Føroya Politi hevði fyrireikað seg væl til uppgávuna, og sum heild hevur alt gingið friðarliga fyri seg.

Friðarlig upptakt til dystin
Seinnapartin í gjár savnaðust nógvir Brøndby-fjepparar á Skálatrøð at hita upp til dystin. Politiið var sjónligt til staðar bæði til upphitingina, og tá ið farið var til gongu niðan í Gundadal.

Onkur smávegis hending fór fram undir dystinum, har m.a. ein áskoðari varð burturvístur av Tórsvølli. Tó varð eingin handtikin undir dystinum, og sjálvur dysturin varð avgreiddur í øllum góðum.

Nógv fólk í býnum í nátt
Nógvir fjepparar fóru í býin eftir dystin, og harafturat vóru eisini nógvir bretar av fregattini, sum liggur í Havn, í býnum.

Í fleiri umførum varð neyðugt hjá politinum at leggja seg upp í spentar støður fyri at fyribyrgja og loysa ósemjur.

Trý fólk handtikin
Trý fólk eru handtikin í nátt fyri brot á skilhaldsreglurnar. Ein teirra varð seinni eisini skuldsettur fyri harðskap ímóti einum politisti. Grundlógarhoyring verður seinni í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #