Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Vágs kommuna ætlar at gera íløgur fyri 23,2 milliónir krónur næsta ár. Tað framgongur av fíggjarætlanini fyri 2027, sum býráðið samtykti mánakvøldið.

Størsta einstaka íløgan er ein mentanardepil í Vágs skúla, sum 8,5 milliónir krónur eru settar av til. Fimm milliónir fara til asfaltering og tvær milliónir til dagføringar í Páls Høll.

Kommunan setir eisini pening av til at liðugt projektera dagføringina og útbyggingina av heilsumiðstøðini. Harumframt skulu ábøtur gerast á Vágs havn.

Inntøkurnar eru mettar til 86,1 milliónir krónur og rakstrarútreiðslurnar til 85 milliónir. Við íløgunum verður samlaða rakstrar-, løgu- og útlánsúrslitið eitt hall upp á 22,1 milliónir krónur.

Skattaprosentið verður óbroytt 20,85, og barnafrádrátturin verður framvegis 6.500 krónur.

Á barnaøkinum verður normeringin hækkað í barnagarðinum og Sóljuni. Eisini verður peningur settur av til Oyggjaleikirnar og Geopark-verkætlanina í Suðuroynni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #