Tónagevandi fólk í Føroyum savna seg ofta um viðurskifti, ið hava týdning, men bert lítlan týdning.
Hetta er eftir mínum tykki galdandi fyri sokallaða javnstøðuspurningin.
Eitt nú stíga javnstøðunevndarforkvinna og samskipari fram og finnast at, at ov fáar kvinnur eru í nýggja landsstýrinum og løgtingsnevndum.
Satt.
Men samstundis sita hundraðtals pápar kring Føroyar, ið saman við børnum sínum eru offur fyri einum - eftir mínum tykki - anakronistiskum órætti, ið mann skuldi trúð var frá fornari tíð.
Í rættarskipan og familjufyrisitingarhøpi noyðast hesir menn - pápar - at liva við ikki at fáa felags foreldramyndugleika, at stríðast og strevast á Familjufyrisitingini fyri at fáa toluliga javnbjóðis samveru við sítt egna barn - og eru teir ikki eingang skrásettir at eiga børn undir 18 ár, tá ið teir fara inn á Vangan.
Teir hava ongan rætt til læknavitjanir saman við barni sínum, tannlæknavitjanir, optikaravitjanir, foreldragluggar. You name it.
At nógvir pápar geva upp er væl skilligt.
Serliga tá ið tey, sum liva av at fremja sokallaða javnstøðu - fyri at siga sum er - einki sum helst leggja í hendan órætt.
Høgni Mohr
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



