Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan ger á hvørjum ári uppgerð yvir útlátið av vakstrarhúsgassi. Í nýggjari frágreiðing verður tikið saman um uppgerðina fyri tíðarskeiðið 1990-2025.
Hóast tað samlaða útlátið ikki er broytt stórvegis frá 2024 til 2025, eru nógvar broytingar í einstøku bólkunum.
Eins og ofta áður ávirka útlendsku fiskiskipini heildarmyndina.
Um útlát frá útlendskum fiskiskipum ikki verða tald við, er hækkingin í samlaða útlátinum 4,8 %, sum svarar til eini 45.800 tons av CO2 eindum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



