Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Á ferð kring landið at fregnast um staðveðrið, vóru vit í Streymnesi í desembur í fjør, skrivar Veðurstovan.

Bygdin er innast í einari lítlari vík, sum vendir í eystan. Norðan fyri bygdina er Rossafellið, sum er góð verja ímóti høgættini og niður ímóti eystri – eisini í ringum veðri. Tey merkja næstan einki til vind. Landnyrðingur er besta ættin til vind.

Millum eystan og sunnan kemur hann norður ígjøgnum sundið. Tá kann vera meira vindur. Hetta eru eisini mjørkaættir.

Ættirnar úr suðuri upp í vestan er góðar summarættir. Liggur hann við góðveðri av hesum ættum, er av allabesta veðri í Sterymnesi – klárt og lýtt. Men fjøllini sunnan- og vestanfyri, sum verja bygdina móti ættunum, gera vindin ójavnan og keðiligan, tá ið tað er illveður. Ringasta ættin til vind í illveðri er útsynningur vestan. Fer hann bara upp í vestan, er betri.

Ættirnar úr vestri og upp í norðan er góðar. Tær líkjast ógvuliga nógv. Næstan eingin munur. Javnur vindur og hampuliga turt.

Í Streymnesi er góður sólargangur. Tey hava hana alla tíðina, frá tí hon kemur upp um Eysturoynna og gongur vesturá. Um summarið hava tey hana til seint á kvøldið.

Fyri at fáa meiri at vita um veðrið á øllum ættum í Streymnesi setti undirritaði seg í samband við Sigvald Zachariassen. Hann er ættaður úr Streymnesi og hevur búð har næstan alt lívið. Hann hevur tikið lut í øllum bygdarlívinum, fingist við landbúnað og tað, sum hartil hoyrir.

Hann beyð mær at koma at vitja seg at tosa um staðveðrið í Streymnesi.

Lesi meiri um veðrið í Streymnesi á heimasíðuni hjá Veðurstovuni www.vedur.fo við at fara undir menuina, sum er ovast til høgru. Nakað niðri finna tit Vitan og undir har er Staðveður – og trýsta tit á Streymnes sæst øll samrøðan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #