Ein atkvøða frá A fyri væl umtókta valevninum hjá C er í roynd og veru eisini ein atkvøða fyri B - hugsið um tað!
Latið okkum standa saman og velja Fólkaflokkin, so vit aftur fáa eitt umboð á Fólkatingi. Sessurin gevur flokkinum ein stóran pall, og vit síggja, hvussu C og B fáa eyka musklar til at føra sín politikk - tað kunnu vit ikki lata okkum lynda.
Tað sær út til, at C fær eitt heilt óvanliga gott val - Sjúrður Skaale er tryggjaður. Vónandi fara A-veljarar at velja okkara flokk, tí ein fólkafloksatkvøða fyri C er í roynd og veru eisini ein atkvøða fyri B.
Hugsið um tað!
Og C er og verður ein stuðul hjá eini reyðari stjórn.
Fólkaflokkurin vil brúka ein fólkatingssess sum ein borgarlig rødd, ið virkar til frama fyri føroyskum áhugamálum – og bara føroyskum áhugamálum.
Hendan røddin hevur manglað í alt ov langa tíð, og nú er ov mikið. Nú er tíð til, at Fólkaflokkurin verður aftur á Fólkatingi.
Gott val, øll somul!
Bárður á Lakjuni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



