- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Politikkur

Álit í løgtingsmáli 62/2025: Uppskot til samtyktar um almannakunngering av valúrslitum Bárður á Steig Nielsen, Magnus Rasmussen, Helgi Abrahamsen, Jaspur Langgaard, Erhard Joensen og Eyðdis Hartmann Niclasen hava vegna Sambandsflokkin lagt málið fram tann 9. desember 2025, og eftir 1. viðgerð tann 11. desember 2025 er tað beint Rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 13. og 27. januar, og 10. og 17. februar 2026.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kommunufelagið og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Kristianna Winther Poulsen, Ingilín D. Strøm, Henrik Old, Erling Eidesgaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:

Ein av hornasteinunum undir fólkaræðinum er, at fólk fáa høvi at fara á val at velja, og at valið er loyniligt. Hetta er ein grundlógartryggjaður rættur.

Fyri tey allarflestu er tað nakað heilt serligt at fara á val og síðani fylgja við í uppteljingini og í atkvøðubýtinum, bæði nærhendis og í øllum landinum.  

Av og á eru røddir frammi um, at á teimum smæstu plássunum í Føroyum ber ikki til at dylja yvir, hvør fær hvørja atkvøðu. Ført verður fram, at av tí at fólkatalið er so lágt, ber til at rokna seg fram til,  hvør hevur atkvøtt fyri hvørjum, og at hetta er ein trupulleiki.

Hetta uppskotið hjá Sambandsflokkinum um, hvussu valúrslit á smærri valstøðum kunnu verða betur anonymiserað, ber við sær, at úrslitini á teimum smáu plássunum hvørva í uppteljingini.  

Spurningurin er, hvussu stórur og útbreiddur trupulleikin við vantandi anonymisering er. Um klagur eru komnar frá smærru valstøðunum og frá øðrum áhugapørtum, eiga hesar klagur at verða gjølliga viðgjørdar.   

Fyri fólkaræðið er týdningarmikið, at tað verður gjørt so lagaligt sum gjørligt at kunna fara á val, og at valið er loyniligt, men hetta eru ikki einastu spurningar, sum atlit skal takast at.  

Júst hvussu stórt eitt valstað skal vera fyri at halda valið loyniligt er ikki ein eintýddur spurningur.

Spurningurin er eisini, hvat atlit vigar tyngst, tá ið ein avgerð um valstað og uppteljing skal takast.  

Tá ið greining um val, valstøð og uppteljing verður gjørd, er neyðugt at hava í huga, at veljarar á nógvum av støðunum vilja varðveita sítt valstað og uppteljingina á staðnum.  

Sum heild heldur meirilutin, at verandi skipan virkar eftir ætlan, og at tað tí ikki er orsøk til at broyta lógirnar um ávikavist løgtingsval og kommunuval.  

Meirilutin heitir á landsstýrið at greina nærri, hvussu stórur trupulleikin við vantandi veljaraanonymiteti er, og hvørjar avleiðingar eru av hesum trupulleika. Vísir tað seg, at trupulleikin er stórur, eigur spurningurin at verða tikin uppaftur.  

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.  

Minnilutin (Helgi Abrahamsen) hevur hesar viðmerkingar: Tað er ein meginregla í okkara valskipan, at valini skulu vera loynilig. Tað skal ikki bera til at síggja, hvar veljarin setir krossin, og atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan atkvøðugreiðslan fer fram.  

Men av tí at summi valstøð eru sera lítil, eru valini har ikki so loynilig, sum tey áttu at verið. Dømi eru um, at fólk hava sagt, at tey tora ikki at atkvøða eftir síni bestu sannføring orsakað av hesum.  

Fyri nøkrum árum síðan varð arbeitt við at avtaka smæstu valstøðini, men tað vann ikki frama, tí fólk vildu hava valstaðið í bygdini. Tað hevur nevniliga eisini stóran týdning, at veljarar hava lætt við at koma til valstaðið.  

Í hesum uppskotinum verður skotið upp, at Løgtingið skal heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at broyta løgtingslógina um val til Løgtingið og løgtingslógina um val til allar føroyskar kommunur, soleiðis at úrslitini av valunum á smáu valstøðunum verða lýst saman við úrslitunum á størri valstøðum. Hetta kann annaðhvørt gerast við, at atkvøðukassin verður fluttur til eitt størri valstað og atkvøðurnar taldar har, ella við at valstýrið á tí minna valstaðnum boðar tí størra valstaðnum frá, hvat úrslitið er, og síðani verður samlaða úrslitið fyri valstøðini almannakunngjørt sum eitt samlað úrslit.

Á henda hátt ber til at gera valini á smáu valstøðunum loyniligari, enn tey eru í dag.  

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

Rættarnevndin, 18. februar 2026 
Helgi Abrahamsen 
formaður  
Kristianna W. Poulsen 
Erling Eidesgaard 
Henrik Old  
Ingilín Didriksen Strøm   
Steffan Klein Poulsen  
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #