60 prosent av skotstøðunum hjá Iran og 80 prosent av loftverjuskipanunum eru oyðiløgd í ísraelskum og amerikanskum álopum, upplýsir Ísrael.
- Vit hava neutraliserað og oyðilagt meira enn 60 prosent av ballistisku rakett-skotstøðunum, sigur Eyal Zamir í eini sjónvarpsfráboðan, sambært norska TV2.
Hann leggur afturat, at 80 prosent av loftverjuskipanunum eru oyðilagdar, og at Ísrael hevur fingið "næstan fullkomna yvirvág í luftini í Iran."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



