Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Leigan fyri landsjørð til vindmyllur og sólorkuverk skal vera 5,10 krónur fyri fermeturin, tó í minsta lagi 64.500 krónur.

Tað stendur í einum broyttum uppskoti til kunngerð, sum Vinnumálaráðið hevur sent í almenna hoyring.

Fyri onnur størri anlegg verður skotið upp at áseta leiguna til 4,56 krónur fyri fermeturin, tó minst 7.640 krónur.

Í dag er leigan fyri størri lendi til vindmyllur, aling og onnur størri anlegg 3,44 krónur fyri fermeturin, tó minst 5.700 krónur um árið.

Uppskotið var eisini til hoyringar í heyst, men er síðani broytt munandi. Høvuðsbroytingin er sambært ráðnum ein endurskoðan av leigugjøldunum fyri størri anlegg.

Eisini verða søluprísirnir á landsjørð dagførdir. Teir skulu eftir uppskotinum endurskoðast í minsta lagi triðja hvørt ár og javnast eftir brúkaraprístalinum.

Hoyringarfreistin er 11. desember. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #