Føtur undir egið borð.
Soleiðis kallast sending, sum herfyri varð send í KVF, um bústaðartrupulleikarnar í landinum.
Í sendingini vildu fleiri av sokallaðu óheftu búskaparfrøðingunum vera við, at fiskivinnan og alivinnan vóru orsøkin til, at húsaprísirnir í Føroyum eru fleirfaldaðir.
Hetta álop á vinnulívið kann ikki standa ósvarað, tí ferð eftir ferð verða hesir lagdir undir at ræna pengar frá samfelagnum.
Teir verða enntá lagdir undir at brúka keyp av fastogn sum skattaskjól.
Fyritøkur gjalda stórar upphæddir í skatti, bæði sum lønarskattur hjá starvsfólki, men eisini gjalda hesar fyritøkur eina rúgvu í partafelagsskatti.
Umframt hetta, so eru fyritøkur ikki bangnar at lata kapital í verkætlanir. Eisini váðafúsar verkætlanir, har bankarnir halda seg burtur.
Men at hesar eru beinleiðis orsøkin til, at húsaprísirnir í landinum er hækkaðir so nógv, tað er at pressa sitrónina nakað nógv.
Veruleikin er, at vinnan, um hon veruliga slapp at virka undir virðiligum treytum, kundi verið ein katalysator fyri fleiri bústøðum í Føroyum.
Vit kunnu taka Eyðabø verkætlanina í Gøtu, har reiðaríið í Gøtu er í gongd við eina íbúðarverkætlan, ið skal gera tað møguligt hjá borgarum, yngri sum eldri, at leiga fyri ein kappingarføran prís.
Aðrastaðni síggja vit, at reiðarí gera stórar íløgur í verkætlanir, trivnaðinum og fólkinum at frama.
Eisini hevur eitt reiðarí í Klaksvík gjørt stórar íløgur í høli, sum landið leigar at hýsa fólki við seinheilaskaða.
Hetta eru loysnir, sum eru frálíkar fyri alt samfelagið. Men heldur enn at virða vinnulívið, velur mann at leggja eftir vinnuni.
Vinnan er røsk at laga seg til nýggjar karmar, men nú er tørvur á, at vinnan fær tryggar karmar, ið ikki skifta eftir hvørt valskeið.
Føroyska samfelagið er samansett, men uttan eina vælvirkandi útflutningsvinnu fara vit at steðga upp.
Við skiftandi kørmum brúkar vinnan meira orku til at laga seg til nýggja veruleikan enn at gera tað, sum vinnan dugir best.
Tí er tað av alstórum týdningi at geva vinnuni kor, sum eru varandi.
Vinnan er og skal framhaldandi verða krumtappurin í samfelagnum.
X við Elinborg
X við Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



