Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell
Skúli

Faroe Dive: Í dag hava føroyski vinnukavaraskúlin Faroe Dive Sp/f og Nordsjællands Brand- og Dykkerskole í Helsingør undirskrivað eina samstarvsavtalu.

Avtalan hevur til endamáls at styrkja og víðka útboðið av tíðarhóskandi og fakliga grundaðum vinnukavaraútbúgvingum í Føroyum og Danmark. Samstarvið fevnir m.a. samstarv innan undirvísing og venjing, og felags menning av útbúgvingum, ið lúka galdandi krøv og framtíðar tørv innan vinnukaving.

Við avtaluni verður lagdur dentur á høga góðsku, trygd og fakliga menning, og hon skal vera við til at tryggja, at vinnukavarar í londunum báðum fáa atgongd til útbúgvingar, ið eru í samsvari við altjóða krøv og bestu praksis innan økið.

Samstarvsavtalan er eitt týðandi stig í arbeiðinum at styrkja vinnukavaraútbúgvingar í Føroyum og Danmark og at byggja varandi faklig sambond millum útbúgvingarstovnar í Norðurlondum.

Á myndini síggja vit stjóranar á báðum kavaraskúlunum Janus Joensen og Kristian Schiang-Frank eftir at avtalan er undirskriva á føroyska kavaraskúlanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #