Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við
- Sálomon kongur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sum tann, ið tekur í oyrað á hundi, er tann, ið framvið kemur og blandar seg upp í stríð, sum ikki kemur honum við
- Sálomon kongur
Politikkur

Mentamálaráðið: Málráðið hevur havt vitjan av Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum.

Tað var formaðurin í Málráðnum, Beinir Bergsson, sum tók ímóti og vísti runt á stovninum.

Eisini hitti landsstýrismaðurin starvsfólk og onnur, sum eru knýtt at virkseminum hjá Málráðnum.

Samstarvsavtalan, sum er gjørd millum Málráðið og Fróðskaparsetrið, virkar væl, og tey eru glað fyri umstøðurnar í hølunum á J. C. Svabos gøtu 7.

Málráðið gav stavsetingarorðabókina út í 2024, og í løtuni er arbeiðið við føroyska teknmálinum ein týðandi partur av virkseminum hjá Málráðnum.

Arbeitt verður eisini við føroyskum yrkisorðalistum, sum eru sera fjølbroyttir. Nógv fólk venda sær til Málstovuna, sum vegleiðir fólk í málspurningum; ikki minst, tá tað ræður um at finna føroysk heiti til ensk orð og hugtøk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #