- At fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya er íløga í vitan, vinnu og samfelag, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Foto: Jens Kristian Vang)
- At fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya er íløga í vitan, vinnu og samfelag, sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (Foto: Jens Kristian Vang)
Fróðskaparsetrið: UArctic Congress 2026, sum Fróðskaparsetur Føroya fyriskipaði og var vertur fyri síðst í mai, er størsta ráðstevna, sum nakrantíð er hildin í Føroyum.
Við 1.400 luttakarum og eini fyribils meting, sum vísir, at umleið 30 milliónir krónur liggja eftir í útflutningsvirði, hevur ráðstevnan staðfest, at altjóða ráðstevnur eru ein týðandi partur av føroysku ferðavinnuni, skrivar Visit Faroe Islands m.a. í tíðindabrævi um Føroyar sum vinnuferðamál.
Haraftrat kunnu aðrar óbeinleiðis inntøkur væntast at koma í framtíðini av nýggjum altjóða vitanarsamstørvum og netverkum, sum ráðstevnan birti uppundir.
– Tá ið vit fáa altjóða ráðstevnur sum UArctic til Føroya, skapa vit virði á fleiri stigum samstundis. Vit styrkja okkara granskingar- og útbúgvingarsamstarv, men vit skapa eisini arbeiði og inntøkur hjá føroyskum fyritøkum og geva okkara mentan ein altjóða pall. Tað er ein íløga í bæði vitan, vinnu og samfelag, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni.
– Vit á Visit Faroe Islands vilja fegin ynskja Fróðskaparsetri Føroya hjartaliga til lukku við ráðstevnuni, sum var eitt megnaravrik, sigur Annleyg Lamhauge, leiðari fyri vinnuferðavinnu á Visit Faroe Islands.
Umframt at styrkja vísindalig samstørv og altjóða netverk, skapa ráðstevnur stór búskaparlig virði og geva Føroyum ein serstakan møguleika at vísa seg fram fyri heiminum, stendur í tíðindaskrivinum.
Lesið meira HER
Síggið eisini stutta filmin niðanfyri, sum Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur gjørt av nøkrum av bestu løtunum á UArctic Congress 2026.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



