Antin mást tú siðum lands fylgja ella úr landi flyta
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Antin mást tú siðum lands fylgja ella úr landi flyta
- føroyskt orðatak
Vinna

Havstovan: Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini.

Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har framløgur vóru um lívfrøðilig og havfrøðilig viðurskifti kring Føroyabanka.
Granskarar á Havstovuni og Fróðskaparsetrinum løgdu fram um fiskiríkidømi, fiskiskap og havumhvørvi, og Silas Olufsson vísti sjófuglamangi á bankanum.

Harumframt var kjak, har Anfinn Olsen, reiðari á línuskipi, Heri Vang, útróðrarmaður, Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur, og Ian Salter, havevnafrøðingur, luttóku. Kjakið snúi seg um, hvussu Føroyabanki best kann umsitast soleiðis, at sum mest fæst burtur úr tilfeinginum.

Útgangsstøðið fyri tiltakinum er ein verkætlan hjá Havstovuni, sum hevur til endamáls at kanna: Hvat vita vit um Føroyabanka, og hvat vita vit ikki.

Verkætlanin er við at verða liðug, og tiltakið hósdagin var ein liður í at fáa íkast frá teimum sum fiska, virka og selja rávøru fiskað á bankanum.

Hetta íkast verður eisini tikið við í einum riti, sum skal gevast út, tá verkætlanin er liðug.

Framløgurnar frá tiltakinum, kunnu síggjast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #