Uttanríkisráðharrarnir úr Grønlandi, Kanada og Danmark høvdu felags tíðindafund í dag har teir millum annað greiddi frá samráðingunum við USA um Grønland.
Vivian Motzfeldt segði á fundinum, at Grønland enn ikki er har, sum tey fegin vilja vera. - Men langt er á mál, og enn er ov tíðliga at siga, hvar vit enda, legði hon afturat.
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, segði millum annað, at hóast Danmark hevur gjørt greitt, hvar mørkini ganga, so eru tingingar farnar í gongd. - Og bara tað má takast sum eitt gott tekin, segði Lars Løkke Rasmussen.
Kanadiski uttanríkisráðharrin, Anita Anand, segði á felags tíðindafundinum millum annað, at Kanada og Grønland í komandi tíðum fara at knýta enn tættari bond. - Vit fara at samstarva um búskap, flogvinnu og havnir, segði hon millum annað á fundinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



