Heimsheilsustovnurin WHO rópar nú varskó eftir ebola virus er staðfest í fleiri afrikanskum londum.
Tað sæst í einum tíðindaskrivi, sum er sent út tíðliga í morgun.
Talan er um eitt nýtt frábrigdi, sum fólk í Uganda og DR Congo hava fingið.
Higartil siga hagtølini, at annar hvør sum fær smittuna doyr av henni.
Enn er onki koppingarevni ímóti Ebola.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



