40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í samband við at nýggi salurin hjá Brøðrasamkomuni í Runavík, BERØA, verður tikin í brúk, bjóðar samkoman til almenna móttøku í nýggja salinum leygardagin 02. apríl

8. apríl verður ADHD Rundferðin í Vági. Hettar er fjórða av seks spennandi og sera væl vitjaðu kunningartiltøkum kring landið

Mikudagin 6. apríl letur Søgu- og samfelagsdeildin aftur dyrnar upp í døgurðatímanum til eina fróðskaparflís

Ráðstevna verður á Fróðskaparsetri Føroya hósdagin 7. apríl frá 10-12:45 undir heitinum "Trygd og altjóða politikkur í Norðuratlantshavi og Arktis nú og í framtíðini"

Hósdagin 31. mars verður Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan verður sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan

Í kvøld, sunnukvøldið 27. mars, verður stór stuðulskonsert fyri Ukraina í Lívdini í Hoyvík

Týsdagin verður spennandi ráðstevna í Kongshøll um pápar og familjulív

Sunnudagin 27. mars kl.15.00 verður ein stuðulskonsert í Havnar kirkju til fram fyri neyðstødd í Ukraina

- Aftur í ár fer Føroyamál at seta dám á móðurmálsdagin 25. mars

Røður og sangir vera á skránni á mótmælistiltakinum sum verður í morgin

Í morgun varð skipað fyri hugnaligum grækarismessuhaldi í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin og hugleiddi um árstíðina, eldrapolitikkin og Tilhaldið

Hósdagin 31. mars verður Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan verður sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan. Ein av fyrilestrahaldaranum til tiltakið er Tania Ellis

Saman við starvsfólkum á Løgmansskrivstovuni skipa starvsfólk á Tjóðsavninum fyri stuðulstiltaki, har peningurin ið kemur inn, fer óskerdur til hjálpararbeiði í Ukraina umvegis Reyða Kross

Týsdagin 29. mars kl. 16.00 bjóðar Klaksvíkar kommuna útisetum vælkomin á Christiansborg til forkunnuga framsýning og framløgu

Í dag hevur bóndin á Trøllanesi, Jóhannus Kallsgarð, eisini nevndur “The King Of Kalsoy”, bjóðað til serliga avdúking úti á Kallinum

Ein av afturvendandi hátíðarligu pørtunum av Dansibandsfestivalinum er Dansibands-gudstænastan, sum er í Vágs Høll leygardag

TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2022 eru valdir

Sunnudagin 27. mars kl. 12 bjóðar LGBT+ Føroyar øllum lgbt+ foreldrum við børnum til brunsj

Atlantic Mission skipar fyri sang- og vitnisburðarløtum í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin og sunnudagin 19.-20. mars

Í ár verður skipað fyri einum túri niðan á Kongavarða, haðani gongufólkið eygleiðir býin, meðan ljósini sløkna

- Ert tú LGBT+ari? Hevur tú eitt kristiligt trúarlív? Hevur tú havt eitt? So er at vera við hóskvøldið 24. mars kl. 19, har núverandi og fyrrverandi kristnir LGBT+arar fara at hittast til eitt hugnaligt kvøld

Hósdagin 17. mars klokkan 14 fer Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetrinum, at hava almennan fyrilestur um rættarmálið í altjóða dómstólinum í Haag millum Ukraina og Russland

Leygardagin 19. mars skipar Fróðskaparfelagið fyri ráðstevnu sum kallast “Hvat er náttúra? - føroysk náttúrufatan í fortíð nútíð og framtíð”

Frá 17. mars til 6. apríl er Ribarhús í Fuglafirði á øðrum sinni karmur um prentvikur, sum seta grafikk, tilfar og tøkni í brennidepilin

Landsinnsavnanin 2022 hjá Bláa Krossi Føroya verður útsett til 01. oktober 2022

Hoyvíkar kirkja var mestsum fullsett sunnukvøldið 13. mars, tá skipað varð fyri stuðulskonsert fyri flóttafólk úr Ukraina

Lagið er um sløktan kærleika og vónina um, at hesin kann byrtast aftur

Sunnukvøldið kl. 19 verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju

Hósdagin 10. mars verður borgarafundur í Nólsoy. Evnið á skrá er, hvussu tilbúgvingin er skipað í sambandi við møguligar hendingar í oynni. Við á fundinum verða partar frá ymisku tilbúgvingareindunum

Hósdagin 31. mars verður spennandi vinnutiltak í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Tiltakið er ókeypis

Hóskvøldið 10. mars kl. 19 verður loksins kvøldseta aftur á Miðnámsskúlanum á Kambsdali

Í kvøld klokkan 18.00 verður stutt samhugatiltak fyri Ukraina og øðrum krígsraktum økjum í heiminum. Tiltakið verður uttanfyri Kongaliga handilin á Tvøroyri

- Á stórum tiltaki í annaðkvøld kl. 18:30 verður sjóneykan sett á bústaðartrot, og hvussu vit kunnu loysa tað. Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri

- Sosialir miðlar lumpa okkum hvønn dag. Vit lesa uppsløg, sum eru sniðgivin til okkum. Tað, vit halda, verður styrkt, og tað, vit ikki halda, verður fjalt

Týskvøldið, 1. mars, kl. 19.30 skipar Vesturkirkjan fyri gudstænastu fyri teimum neyðstøddu í Ukraina

Fríggjadagin 25. februar kl. 17 lata hurðarnar upp í Hoyvíkar kirkju, har øll eru vælkomin til eina stilla løtu

- Á fyrsta sinni verður ráðstevna um frítíðarlívið í Føroyum, sum einans tekur støði í okkara veruleika, nevniliga í spildurnýggjari umfatandi vísindaligari kanning av frítíðarlívinum í Føroyum

Støðan hjá heimaflotanum verður umrødd á fiskivinnukjakinum á Torradøgunum í Klaksvík. Kjakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum

- Fyri fyrstu ferð verður tiltak fyri ungar lgbt+arar. Tiltakið verður í hølinum hjá LGBT+ Føroyum í Tórsgøtu 16, týskvøldið 22. februar kl. 19

Borgarafundur verður hildin í Løkshøll mikukvøldið 23. februar kl. 19, har málini eru Fjøruvegurin, Svimjihøllin og Miðstaðarætlanin (incl. Miðbýarætlanin)

Hósdagin 24. februar kl. 10 byrjar vøggusangur aftur í Hoyvíkar kirkju. Eyðbjørg Hansen, sum saman við Maluni Rasmussen stendur fyri vøggusanginum, sigur, at pláss er fyri 14 vaksnum við barni, og fólk eru vælkomin at tekna seg

Leygardagin tann 19. februar verður Búnaðarstevnan fyriskipað á sjeynda sinni á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er ein stevna, sum setur fokus á viðkomandi viðurskiftir innan landbúnaðarøki í Føroyum

"Grundlinjur Føroya – rættarligt og søguligt grundarlag" er heitið á fyrilestri, ið Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, fer at hava tann 21. februar á torradøgum í Klaksvík

Hósdagin 10. februar kl. 19 verður alment tiltak í Perluni um seksualundirvísing í Fólkaskúlanum

Í vetur skipa Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn fyri eini fyrilestrarøð um burðardygga matgerð í ferðavinnuni

- The Body Shop í SMS skipar fyri undirvísing og hugnaløtu fyri kvinnur, sum eru í viðgerð fyri krabbamein

Í aldargomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø, verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach

Danska tónleikaikonið vitjar í Løkshøll 30. apríl

Søguløtan verður í Klaksvíkar bókasavni leygardagin 5. februar kl. 12

Hósdagin 3. februar 2022 kl. 13:00 verður síðsta skotið latið av í Sandoyartunlinum. Í hesum sambandi bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald í ítróttarhøllini á Sandi