Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur
Politikkur

Síðan 2000 er elnýtslan hækkað við 125%, og við óstøðugum oljuprísum og ófriði í heiminum er tað skilagott at skifta til grøna orku.

Hetta fer at gera okkum minni viðbrekin og styrkir okkara sjálvbjargni.

Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa eina greiða gongd:

Í 2000 brúktu vit 212.962 MWh.

Í 2024 var talið vaksið upp í 480.425 MWh.

Tað er ein vøkstur upp á 125%. Vit brúka sostatt nógv meira streym í dag enn fyrr, og gongdin vísir, at vit fara at brúka meira, ikki minni.

Tí má skiftið gerast skynsamt. Tað týdningarmesta er at halda sama – ella bíligari – prís fyri hvønn kWh. Um orkuskiftið hevur við sær hægri elrokningar, raka vit bæði húskir og vinnulív.

Vit mugu ikki seta í verk CO₂-gjøld, sum gera okkum minni kappingarfør. Føroyar eru ein lítil útflutningsbúskapur, og við hægri orku- og rakstrarkostnaði merkir tað eina verri kappingarstøðu fyri vinnulívið.

Tað er eisini týdningarmikið, at veljarin veit, at vit í framtíðini fara at hava tørv á meira streymi, og ikki minni. Tí mugu vit leggja um og byggja út grøna orkukervið.

Tó mugu vit eisini vera realistisk: Vit fara at brúka olju í nógv ár framyvir. At látast sum, at annað ber til beinanvegin, er ikki realistiskt, og tað loysir ongar avbjóðingar.

Ein orsøk til, at grøna orkuskiftið ofta gongur seint, er, at tað kann vera ov torført at fremja verkætlanir. Skipanir og lógarverk kunnu vera tung og bureaukratisk, so um vit veruliga vilja hava ferð á, mugu vit gera tað einfaldari at byggja út og menna nýggj orkukervi.

Vit fara at megna at leggja um til grøna orku. Tað krevur vilja og langtíðararbeiði. Men tað skal gerast við ábyrgd og rættari umhugsan.

Ja til grønt orkuskifti!

X við Erling Mørkøre

Valdið til fólkið – Vel Fólkaflokkin 26. mars

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #