Fróðskaparsetrið: Á heysti í 2025 byrjaði nýtt skeið í demensvinarligari viðgerð og røkt á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.
Skeiðið hevði leingi verið eitt hjartamál hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, sum vildi styrkja demensøkið við fakligari menning og útbúgving.
Endamálið við skeiðinum er at geva starvsfólki í heilsuverkinum meira vitan og størri innlit í ymsar demenssjúkur og sjúkugongdir.
Dentur verður lagdur á at menna førleikar til at staðfesta, fyribyrgja og handfara avbjóðandi støður í sambandi við røkt og viðgerð av persónum, sum hava demens, bæði heima og á sjúkrahúsi.
Somuleiðis hevur skeiðið til endamáls at styrkja førleikarnar hjá heilsustarvsfólki at veita virðiliga, trygga og fakliga grundaða røkt og viðgerð, ið tekur atlit at teimum kognitivu og sálarligu avbjóðingunum, sum kunnu fylgja við demensi.
Í dag løgdu 22 skeiðsluttakarar sínar próvtøkuuppgávur fram, og so var eisini prógvhandan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



