Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Vinna

62°N VINNA: Í morgun fór eitt fultsett flogfar úr Føroyum til Barcelona, har føroyskt vinnulív aftur í ár er væl umboðað á einari av heimsins størstu fiskivinnumessum, Seafood Expo Global 2026.

Ferðin er skipað av 62°N Vinna, og sum nú í fleiri ár hevur upplivað, at eftirspurningurin er so stórur, at plássini fara skjótt. Hett vísir heilt greitt, at føroyskar fyritøkur í vaksandi mun raðfesta altjóða samstarv.

“Tað er eyðmerkt, at føroyskar fyritøkur hava áhuga í at framhaldandi styrkja síni altjóða sambond við umheimin,” sigur Leivur Samuelsen, stjóri á 62°N, og undirstrikar týdningin av hesum altjóða tiltaki fyri føroyskar fyritøkur.

Seafood Expo Global er miðdepil fyri altjóða aktørar innan sjógætis- og fiskiídnaðin. Her hittast framleiðarar, keyparar, veitarar og samstarvspartnarar fyri at vísa fram vørur, menna sambond og fylgja 
við nýggjastu rákunum og tøknini í vinnuni.

Fyri føroysku luttakararnar er talan ikki bert um eina ráðstevnu, men eisini um ein strategiskan pall, har føroyska vinnan kann styrkja sína støðu á altjóða marknaðinum.  

”Vit vita, at føroysku fyritøkurnar, ið luttaka á SEG, hava møguleika at menna síni sambond, skapa nýggj samstørv og tryggja framhaldandi menning í einari altjóða kapping,” leggur Leivur aftrat.

62°N Vinna hevur í fleiri ár ment SEG-túrin til eina samlaða vinnuferð, har alt frá flogi og gisting til logistikk og tænastu er skipað niður í smálutir. Endamálið er at geva luttakarunum bestu fortreytirnar at fokusera upp á sítt virksemi.

“Vit arbeiða miðvíst við at gera hetta til eina heildaruppliving, har kundarnir sleppa at brúka orkuna upp á sítt arbeiði og síni sambond, og lata restina upp til okkara,” sigur Leivur Samuelsen.

Áhugin fyri túrinum er vaksandi ár fyri ár, og nógv bendir á, at tørvurin á slíkum felags vinnuferðum heldur fram at vaksa, samstundis sum føroyskt vinnulív styrkir síni altjóða sambond.

Við hesum staðfestir 62°N Vinna sín leiklut sum ein týðandi viðspælari, ið byggir brýr millum føroyskar fyritøkur og altjóða marknaðin, og sum ein virkin drívmegi í menningini av føroyska vinnulívinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #