Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Skúli

ÍSF og Skúlaleikir: Í morgin týsdagin 21. apríl eru Skúlaleikir fyri 7. flokkar á skrá. Dagurin er skipaður sum ein stórur Skúlaítróttadagur við 18 ítróttakendum avbjóðingum. Áleið 500 næmingar  úr øllum Føroyum verða býtt í 102 lið, og kunnu velja ímillum tríggjar breytir: “Tann hóvliga breytin”, “tann Garvilla breytin” ella “Bóltabreytin”. Og so fáa tey eitt kort yvir Gundadal og teirra avbjóðingar.

Tøl tala
- Henda seinasta stevnan í ár er endabresturin á enn einum frálíkum Skúlaleikaárið, og vit eru ovurfegin um luttøkuna aftur í ár. Tað er ein sólskinssøga, at heili 20 ítróttagreinar nú eru partur av Skúlaleikum. Tøl tala og bera boð um, at Skúlaleikir eiga at vera komnir fyri at vera. Vit vilja takka okkara framúr samstarvspørtum og stuðlum. Betri Samtakið hevur øll árini verið høvuðsstuðul, og hetta er altavgerðandi fyri, at vit í Ítróttasamband Føroya kunnu skipa Skúlaleikir saman við okkara samstarvspørtum, sum eru: Mentamálaráðið, Kommunufelagið, Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

Pool, dart og boksing eru við fyri fyrstu ferð
16 ymiskar ítróttagreinar bjóða seg fram til stevnuna fyri 7. flokkar í morgin, og hartil koma umboð frá løgregluni og sløkkiliðnum, sum eisini fara at skipa tvær avbjóðingar. Vit gleða okkum til felagsskap og rørslugleði fyri næmingar í 7. flokki. Og vit gleða okkum til at hittast tvørtur um oyggjar og royna nýggjar avbjóðingar sum dart, boksing og pool, sum eru heilt nýggjar greinar í Skúlaleikahøpi. 

Skúlaleikir byrja kl. 9.30 í Høllini á Hálsi og fram til kl. 13.30 fara næmingar at renna runt  í øllum Gundadali. 

Hesar eru ítróttagreinarnar eru við: 

  1. Dart
  2. Pool
  3. Boksing
  4. Fimleikur
  5. Judo
  6. Parasport
  7. Klintring
  8. Styrki
  9. Rógving
  10. Frælsur
  11. Taekwondo
  12. Fótbóltur
  13. Kurvabóltur
  14. Badminton
  15. Tennis
  16. Flogbóltur
  17. Sløkkilið
  18. Politi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #