Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson
Lesarin skrivar

Nú løgtingsvalið er av og samráðingar eru um nýggja samgongu, vil áhugafelagið Føroyingar fyri friði heita á politisku flokkarnar um at raðfesta friðarhugsjónina, tá landsstýrið verður skipað.

Vit í friðarrørsluni mæltu í fjør undanfarna landsstýrið til at skipa eitt friðaraðalráð ella eina friðarskrivstovu, sum altíð hevur diplomatisku friðarloysnina í fremstu røð í einhvørjari ósemju fólkanna- og landanna millum.

Eitt tílíkt friðaraðalráð ella friðarskrivstova, sum í trá við friðarhugsjónina virðir ymiskar mentanir, menniskjarættindi og javnstøðu og atknýtt virksemi við atliti at vápnaavdubbing, kann bygnaðarliga verða staðsett í uttanríkistænastuni.

Við støði í tí diplomatiska arbeiði, sum verður gjørt í dag, kann eitt friðaraðalráð ella friðarskrivstova menna ein føroyskan førleika í at byggja brýr millum fólkasløg og heimsins lond til tess at fyribyrgja kríggj og ósemjur landanna millum; og har kríggj er, kann ein føroysk friðarskrivstovu ítøkiliga vera við til at fáa frið í lag millum krígsførandi londini.  

Føroyar eru ikki enn ein statur, og hava ikki eina forsøgu við kríggi fyri at markera seg sum ein stat í altjóða samfelagnum. Men Føroyar hava alíkavæl í dag ein virknan leiklut altjóða bæði handilsliga og vinnuliga, ið er tengt at einari trygdarpolitiskari broyting. Harumframt ferðast føroyingar út í heim sum ongantíð áður.

SIPRI, altjóða friðargranskingarstovnurin í Stokkhólmi, upplýsti í mars mánaða, at handilin við vápnaútgerð millum lond er øktur munandi seinastu tíðina; í 5 ára tíðarskeiðinum frá 2021 til 2025 er hann hækkaður við umleið 9 prosentum í mun til tíðarskeiðið 2016-2020. Evropa er tað øki í heiminum, sum hevur framt størstu íløgurnar í vápn, ein trífalding. USA er framvegis heimsins størsti veitari av vápnaútgerð, og teirra útflutningur vaks við umleið 27 prosentum nevnda tíðarskeið.  

ST-aðalskrivarin og Pávin hava afturvendandi staðiliga heitt á leiðarar av heimsins stórveldum um at fáa frið í lag, har kríggj eru, tí menniskjaligu og búskaparligu avleiðingarnar av kríggjunum eru farin út um øll virðilig mørk.

Tí kann landsstýrið gera positivan mun við góðum fólkum í einum friðaraðalráði ella friðarskrivstovu, sum kann hava ein virknan leiklut á altjóða pallinum, at finna burðardyggar diplomatiskar friðarloysnir tvørtur um landamørk. Tilknýtt kann eisini verða stovnað ein menniskjarættindaeind, onnur lond hava, og sum friðarrørslan eisini mælti undanfarna landsstýri til at skipa.

Við vón um vælvild viðvikjandi hesari áheitan frá føroysku friðarrørsluni.

Tórshavn, páskirnar 2026
Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði
Henrik Weihe Joensen, forfólk                                         
Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk    
Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur                   
Petur Asano, nevndarlimur
Ólavur Weihe Joensen, skrivari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #