Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann, sum fyrst kemur til mylnu, fær fyrst sítt mjøl malið. Men tað er tann næsta músin, ið fær ostin í felluni
- ókendur
Politikkur

Politiskt vita vit, at neyðugt verður at fremja umskipanir á almannaøkinum - og potentialið er stórt.

Í 2026 eru settar av 2,3 milliardir kr. á Løgtingsfíggjarlógini til hetta økið, og útreiðslurnar vaksa skjótt á hvørjum árið. Henda játtanin til almannamál svarar til heili 30% av samlaðu rakstrarútreiðslunum hjá landskassanum.

# Hví umskipanir/ endurskoðan?
Í løtuni fáa okkara borgarar ikki nøktandi tænastur, og kostnaðurin at reka Almannaverkið hækkar nógv á hvørjum árið, uttan tilsvarandi betri tænastur og nøgdsemi. Her verður hugsað tey, sum fáa brúk fyri hjálp og í serdeilisheit tey avvarðandi, og oftani skal lítið til av broytingum fyri at fremja stór framstig, so sum at avvarðandi hava éina inngongd til Almannaverkið.

Endamálið við umskipanum í Almannaverkinum er at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið og tær sosialu kjarnutænastur, sum verða veittar okkara borgarum, ið veruliga hava tørv á hjálp og umsorgan. Endamálið er eisini, at flest allir borgarar framhaldandi kunnu mennast og trívast í okkara landi.

# Hvørjar umskipanir?
Álit um Almannaverkið í Føroyum vísa m.a. á tørvin at byggja størri stovnseindir, fyri á tann hátt at minka um eindarkostnaðin og útnytta starvsfólkaorkuna betri og hækka góðskuna á tænastunum. Eisini er tørvur á at samskipa samstarvið betri millum eindirnar.  

Innan endurvenjing eigur størri dentur at leggjast á samstarv millum Almannaverkið, Heilsuverkið, kommunurnar o.o. - ein felags skipan og inngongd.

Verja okkara ungu móti rúsdrekka, royking, snúsi og rúsevnum við hægri játtan til fyribyrging og eftirlit.

Fyribyrging og fólkaheilsa setast hægri á dagsskránna, soleiðis at fólk verða frískari og tørvurin á almennari tænastu møguliga minkar.

# Nær umskipanir?
Landskassin verður í løtuni rikin við stórum halli (meting Búskaparráðið: 266 mió. kr. FL 2026) og tað hevur við sær, at okkara vælferðartænastur eru við at koma undir trýst. Tí hevur tað skund, at sett verður hol á arbeiðið at gera umskipanir og eigur hetta at setast í gongd beinanvegin eftir, at ein samgonga er skipað.

# Avleiðingar av umskipanum?
Betri, bíligari og skjótari tænasta til øll tey, sum veruliga tørva hjálp og umsorgan. Og betri umstøður at virka og trívast hjá starvsfólkunum á almannaøkinum.

X við Erhard Joensen

løgtingslimur fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #