Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira skal til at byggja land enn hurrárópandi mannamúgva
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Lunnar: Fríggjadagin, 24. apríl, kl. 14.00 skipar Lunnar fyri almennari móttøku á Heiðavegi 27 í Saltangará.

Móttøkan verður hildin í sambandi við, at Lunnar hevur fingið nýggj hølir og hevur framt stjóraskifti.

Harumframt kunnu vit í ár hátíðarhalda, at 11 ár eru liðin, síðan felagið varð stovnað.

Við móttøkuni ynskir Lunnar at markera hesa nýggju byrjan saman við kundum, veitarum, samstarvsfeløgum, familju, vinum og øðrum áhugaðum.

Á skránni verður ábit, okkurt at leska sær við og tónleikaframførsla. Tóri Højgaard, varaborgarstjóri og stjóri á Dátueftirlitinum, sigur nøkur orð.

Høvið verður eisini at síggja hølini og umstøðurnar, og at hitta starvsfólkini hjá Lunnar.

Móttøkan er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn á gólvið fríggjadagin kl. 14.00.

Lunnar byrjaði fyri 10 árum síðani við trimum starvsfólkum. Fyrstu árini húsaðist felagið í ov lítlum og ótíðarhóskandi hølum, og sum virksemið vaks, varð neyðugt at húsast í tveimum ymiskum kontórum. Í dag eru vit 11 starvsfólk og eru nú komin upp á pláss í nýggjum hølum, sum eru gjørd til okkum og okkara endamál. Í nýggju hølunum er pláss at vaksa, og vit vænta at húsast her í nógv ár.

Lunnar arbeiðir við talgildum loysnum. Felagið hevur ment fleiri hundrað heimasíður og mennir harumframt appir og skipanir, har brúkarin og brúkbærið eru snúningspunktið. Endamálið er at menna loysnir, sum eru lættar at brúka og skapa virði fyri kundan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #