Í morgin verður heilt hampuligt veður, eitt gul av landsynningi, samdrigið men mest turt og hitin úr einum upp í fimm stig.
Týsdagin upp í ein strúk av landsynningi, smáskýggjað og okkurt æli, lýggjari, upp í 9 stig.
Mikudagin fyrst bert lítið lot sunnnaeftir, sum dagurin líður trilkar hann vindin, ímóti kvøldi hvassur vindur ella skrið, tá fer eisini at regna og hitin 6-8 stig.
Hósdagin strúkur í vindi av útsynningi, regn ella vátaslettingur og hitin um 5 stig.
Fríggjadagin sum frálíður uppí skrið ella storm av lágættum, avfall, fartvís sum vátaslettingur ella kavi allan dagin og hitin um 4-6 stig.
Næsta vikuskifti verður kaldari aftur, sunnudagin niður ímóti frostmarkinum, tað kavar av og á, tó eisini løtur við sól og vindferðin millum 4 og 15 m/s.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



