Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útbúgving er máttmesta vápnið til at broyta heimin
- Nelson Mandela
Innlendis ítróttur

Havnar Dartfelag og Dartsambandið: Í døgunum 27. til 29. mars verða altjóða dartkappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open spældar á Glasi.

Øll kunnu vera við
Umstøðurnar at halda slíkar kappingar á Glasi eru sera góðar og aftur í ár verða nógvir luttakarar bæði úr Føroyum og restini av Europa. Higartil hava yvir 100 luttakarar úr 7 londum meldað til.

Hóast talan er um altjóða skrásettar kappingar, so kunnu allir dartspælarar vera við. Kappingarleisturin verður tann sami, sum vit kenna frá kappingunum hjá Dartsambandinum her heima.

Fríggjadag verður kappast í tvímansleiki. Leygardag og sunnudag eru kappingar í einmansleiki hjá kvinnum, monnum og unglingum. Tað er ikki neyðugt at melda til allar tríggjar dagarnar fyri at vera við. Tilmelding til kappingarnar fer framm á www.hdf.fo

Verandi meistarar koma aftur
Í 2025 vann Corné Groeneveld úr Hollandi báðar kappingarnar hjá monnum og Axel James Wright úr Íslandi vann báðar kappingarnar hjá unglingum, meðan Maud Jansson og Anna Forsmark, báðar úr Svøríki, vunnu hvør sína kvinnukapping. Øll hesi hava longu boðað frá, at tey koma aftur til Føroya í ár í royndini at endurvinna meistaraheitini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #