Synergi: Synergi hevur gjørt avtalu við kenda danska stovnin, Dansk Standard um skeið í Føroyum. Fyrsta skeiðið verður eitt víðkað diplomskeið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000-røðini.
Á hesum 3-daga skeiðinum fært tú eina gjølla innleiðslu í ISO/IEC 27001, 27002 og 27005 – altjóða standardar, sum verða brúktir til at skipa og stýra kunningartrygd í fyritøkum og almennum stovnum.
Í hesum døgum er hetta ein neyðugur førleiki at hava í fyritøkuni og á stovnuninum.
Frálæran sameinir teori við praktiskar venjingar og dømi, og skeiðið endar við eini próvtøku.
Tryggjar tær eitt pláss og les alt um skeiðið HER! ella á synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



