Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Politikkur

Stutt fyri jól komu suðuroyingar norður til Havnar at handa løgmanni og Ruth Vang mótmælisskriv frá 2000 suðuroyingum.

Tey vildu vísa sína ónøgd við samferðsluna um Suðuroyarfjørð. Ein ónøgd, sum tók dik á seg, tá Galaxy var sett inn fyri Smyril í fjør heyst við nógvum avlýstum túrum og einum ivasamun hekkuportri. Tað fekk føroyingar, og sjálvsagt serliga suðuroyingar, at stúra um trygdina umborð – væl skiljandi!

TUNNIL – IKKI FYRI EIN HVØNN PRÍS!
Vit eru helst øll samd um, at okkara skip og ferjur skulu liva upp til ávís trygdarkrøv. Sambært heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum fevna reglurnar um fleiri ringbind av teksti við ásetingum um alt frá sýn av bátum til byggikrøv og brunatrygd.

Soleiðis skal tað vera. Sama er sjálvsagt galdandi, tá talan er um flogferðslu. Atlantic og flogvøllurin í Vágum skulu fylgja altjóða trygdarkrøvum.

Tí undrar tað meg stórliga, at tá talan er um Suðuroyartunnilin, so kunnu trygdarkrøvini bendast sum okkum lystir fyri at fáa pengarnar at passa.

Í álitinum “ um møguleikar, fyrimunir og vansar at gera ein Suðuroyartunnil” frá 2019 stendur:

“...ein loysn við tveimum tunnilsrørum tykist ikki realistisk fíggjarliga, sum støðan er, hóast hendan loysn hevði verið betri fyri trygdina.”

Eg ynski, at ein tunnil í hesari longdini, skal vera líka tryggur í Føroyum, sum hann er í Norra. Lívið hjá einum úr Tromsø er líka nógv vert sum hjá einum av Tvøroyri!

Men Suðuroyartunnilin livir ikki upp til vanligu minimums trygdarkrøvini í Norra og ES. Tunnilin hevði tí kravt serlig frávik frá reglunum í Norra – um hann yvirhøvur hevði verið góðkendur í verandi líki. Ein tann fremsta orsøkin er, at ongin rýmingarleið er í tunlinum, sum verður í minsta lagið 23 kilometrar langur – meira enn dupult so langur sum Sandoyartunnilin – og trygdarrúm uttan rýmingarleið verða ikki góðkend.

“Tilfluktsrom uten utgang som fører til fluktveger til det fri, skal ikke bygges”, stendur í norsku minimums-trygdarkrøvunum.

Tá ein so langur tunnil, ofta rópt ein MEGAtunnil, skal gerast í Norra ella ES, verður trygdin vanliga loyst við tveimum parallellum holum við rýmingarleiðum millum tunlarnar – óansæð um tunnilin er á landi ella undir sjónum. Tað er tíverri ikki eitt ókent fyribrigdi, at eldur ella vanlukkur eru í tunlum við fatalum fylgjum, og vandin fyri eldi í einum undirsjóvartunli er størri enn í einum vanligum tunli orsakað av hallinum í tunlinum.

Galdandi trygdarreglur í Norra og ES eru tí ikki strangar reglur, men generel minimumskrøv til trygd í tunlum. Vit hava ongar føroyskar reglur um trygd í tunlum. Tað áttu vit kanska at havt, men eins og við trygd á sjónum, í luftini og brunatrygd í bygningum, eiga vit sjálvandi at fylgja altjóða trygdarkrøvum, so neyvt sum yvirhøvur til ber – eisini í tunlum.

Vit mugu tryggja, at trygdin er í lagi!

ONGAR ÓHEFTAR TRYGDARKANNINGAR
Landsverk setur spurnartekn við trygdarkanningarnar hjá Tunnilsfelagnum. Ongin óheft trygdarkanning ella tilbúgvingarætlan er gjørd eftir forskriftum hjá myndugleikanum. Tað kann ikki vera arbeiðstakarin sjálvur, í hesum førinum P/F Suðuroyartunnilin (Norconsult), sum skal definera trygdarkrøvini. Sum stjórin í Landsverki segði í útvarpinum týsdagin 10. februar: “Tað ber ikki til at eftirkanna seg sjálvan”.

Tunnilsfelagið hevur verið vitandi um krøvini frá Landsverki, sum er góðkenningarmyndugleiki. M.a. krøv um óheftar váðametingar. Men hóast meira enn hálvt ár er millum kunnandi 2. apríl og til Suðuroyartunnilin á øðrum sinni varð lagdur fram í Løgtinginum, so eru óheftu váðametingarnar ikki gjørdar. Harafturat er ongin tilbúgvingarætlan ella kostnaðarmeting av hesum gjørt.

Best hevði sjálvandi verið, um veruligar og óheftar trygdarkanningar vórðu gjørdar fyri báðar farleiðir – við tunli til Skúvoyar, sum bøtir um trygdina í tunlinum, bæði undir bygging og tá tunnilin er liðugur.

Tá slíkar óheftar kanningar eru gjørdar, so kunnu vit taka støðu til, hvørt farleiðirnar liva upp til trygdarkrøvini og hvør farleið er tryggast.

ALS IKKI BÚGVIÐ TIL STØÐUTAKAN
Málið um Suðuroyartunnilin er als ikki nóg væl lýst. Langt frá. Omanfyri havi eg víst á trygdarspurningin. Men nógvir aðrir spurningar standa framvegis ósvaraðir. Tað eru spurningar um, hvør farleið er best jarðfrøðiliga, jarðfrøðiligar avbjóðingar millum Sandvík og Hvalda, tunnilin til Skúvoyar, trýstroynd av kostnaðarmetingini, umhvørvisárinskanningar, kostnaðir av tilknýttum verkætlananum og ikki minst um vegaføringarnar í Hvalba og á Sandi.

So nei, málið um Suðuroyartunnilin er als ikki búgvið til støðutakan. Vanliga verður sagt, at um byrjanin er góð, so er støðið lagt fyri einum góðum úrsliti. Tí eiga vit at byrja av nýggjum. Vaska talvuna reina. Hava fult gjøgnumskygni og opinleika í allari tilgongdini. Soleiðis fáa vit best møguliga úrslit at taka støðu til.

Liljan Weihe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi

Les eisini:

Suðuroyartunnilin livir ikki upp til minimums trygdarkrøv í Norra og ES

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #