Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre
Tekstlýsingar

Synergi: Eitt týðandi nýtt samstarv er nú veruleiki. Synergi og Dansk Standard hava undirskrivað eina avtalu, sum ger tað møguligt at taka DS-skeið í Føroyum. Hetta gevur føroyskum fyritøkum og fakfólkum beinleiðis atgongd til skeið, ið byggja á almennar og altjóða viðurkendar standardir. Skeiðini eru eitt samstarv millum Synergi og almenna danska standardiseringsfelagsskapin, Dansk Standard, sum umboðar Danmark í altjóða standardiseringsarbeiðinum hjá m.a. ISO og IEC.

Dansk Standard umboðar Danmark í altjóða standardiseringsarbeiðinum hjá m.a. ISO og IEC
Dansk Standard hevur í meira enn 100 ár verið við til at skapa grundarlagið fyri samstarvi, trygd og nýskapan. Standardar eru felags málið, sum bindur vinnugreinar og lond saman og ger tað møguligt at menna tryggar, haldgóðar og kappingarførar loysnir. Sum virkin partur av altjóða standardiseringsarbeiðinum hjá millum øðrum ISO og IEC veitir Dansk Standard atgongd til serliga vitan og eitt sterkt fakligt felagsskap.

18.–20. mai 2026: Víðkað diplomskeið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000-røðini
Fyrsta DS-skeiðið hjá Synergi er eitt víðkað diplomskeið í kunningartrygd við støði í ISO/IEC 27000-røðini – kjarnustandardarnir innan nútímans kunningartrygd.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmestu standardirnar innan kunningartrygd og váðastýring. Á trimum døgum fært tú eina samlaða fatan av ISO/IEC 27001, 27002 og 27005, innlit í leiðslukervi fyri kunningartrygd og váðastýring, umframt praktiskar venjingar. Skeiðið endar við eini próvtøku, sum staðfestir tínar førleikar.

Hvønn er skeiðið ætlað til?
Skeiðið er ætlað leiðarum og starvsfólki, sum arbeiða við kunningartrygd, til dømis KT-samskiparum, KT-leiðarum, CISO, compliance-starvsfólki, DPO’um, verkætlanarleiðarum ella prosess-, data-, skipanar- og váðaeigarum. Skeiðið gevur bæði einstaklingum og fyritøkum eitt sterkt fakligt grundarlag at arbeiða víðari við kunningartrygd.

Áhugin fyri altjóða viðurkendum trygdarførleikum veksur skjótt, og talið av plássum er avmarkað.

Styrk bæði tín fakliga profil og trygdina í tíni fyritøku – tekna teg til skeiðið á www.synergi.fo.

Framtíðin byrjar við standardum – og nú eisini á Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #