- Eg havi borað eftir milliónum av oljuføtum, men eg havi ongantíð havt møguleikan at bora eftir milliardum. Hetta er ein heilt óvanligur møguleiki, soleiðis sigur Robert Price í samrøðu við miðilin Fortune í oktobur í fjør.
Herfyri var hann saman við øðrum á stuttum kunningartúri í Grønlandi og legði út eina frágreiðing frá túrinum á miðilin LinkedIn (sí niðanfyri).
Amerikanska felagið March GL ætlar at vinna 13 milliardir føt av olju úr Grønlendsku undirgrundini, og stendir tað til teir sum eiga felagið, so seta teir borin í longu í ár.
Grønlendsku myndugleikarnir eru vitandi um ætlanirnar, og at amerikanska felagið vil sleppa at gera fyrstu boringarnar næsta vetur.
Hetta er ikki fyrstuferð at amerikansk feløg hava viljað sloppi framat í Grønlandi. At kalla øll tey størstu, eitt nú Exxon, Chevron, ConocoPhillip og onnur við hava havt loyvi, men tað er ongantíð blivið til nakað. Ikki enn, í hvussu so er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



