Freistin at søkja Listafólkaløn 2026 er mikudagin 1. apríl 2026.
Søkjast skal á www.mentanargrunnur.fo.
Endamálið við listafólkalønum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, so tey kunnu arbeiða burturav við síni list í 3 ár.
Tríggjar listafólkalønir eru tøkar at søkja í ár.
Listafólkalønir verða latnar við støði í verkevni ella verkætlan, sum lúka endamál grunsins, sum er at styðja starv fyri føroyskum mentanarlívi; føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum, og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum, sum nevndin metir hava listalig ella faklig dygdareyðkenni. Listafólkalønir kunnu verða latnar við støði í listaligari fakligheit ella royndum hjá umsøkjara.
Listafólkalønin verður útgoldin mánaðarliga og svarar í upphædd til læraraløn fólkaskúlans, lønarflokkur 21, stig 1, sum í løtuni er DKK 33.548,30 um mánaðin, umframt 15% í eftirløn.
Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



