Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a fyrispurning nr. 52 095/2025 frá Dennis Holm, løgtingsmanni, um bólk 5 í fiskidagaskipanini
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at útinna samtyktina í løgtingsmáli 28/2025?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjum ætlanum arbeitt verður við í hesum sambandi?
Svar til spurning 1 og 2
Arbeitt hevur verið í eina tíð at gera eina nýggja skipan fyri bátarnar í bólki 5 A og 5 B.
Bulurin í hesum arbeiði er at menna eina skipan, sum tryggjar nøktandi dagar til tey, sum liva av útróðri, og samstundis er løtt at umsita. Harumframt skal nýggja skipanin leggja upp fyri, at bólkur 5 B er ein samansettur bólkur, har stórur munur er á virkseminum hjá bátunum.
Ein partur av hesum arbeiði er m.a. at viðgera, hvat er eitt nøktandi dagatal til bátarnar í bólki 5 A og 5 B. Í hesum sambandi skal eisini metast um teir leistir, sum vera nevndir í uppskotinum til samtyktar.
Nú val er útskrivað, verður bíðað við nærri viðgerð, til eitt nýtt landsstýrisfólk er tilnevnt fyri økið.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 28. februar 2026
Eirikur í Jákupsstovu
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



